placeholder
Uttanlands

Sorgarleikur í kolanámi í Kolumbia

Níggju námsarbeiðarar hava latið lív og seks fingið álvarsligan skaða

Avvarðandi syrgja uttan fyri kolanámið (Mynd: Luis Acosta/AFP/Ritzau Scanpix)

Avvarðandi syrgja uttan fyri kolanámið (Mynd: Luis Acosta/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-05 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Níggju námsarbeiðarar eru deyðir eftir eina spreinging í einum kolanámi í Cundimarca landslutinum í Kolumbia í gjár.

Seks aðrir námsarbeiðarar hava fingið álvarsligan skaða í spreingingini, upplýsir statsliga námsfelagið í landinum fyri Reuters tíðindastovuni.

Spreingingin hendi í La Ciscuda-náminum, og orsøkin er helst ein gass-samling í náminum, upplýsir felagið.

Guvernørurin í Cundamarca, Jorge Emilio Rey, skrivar á X, at seks námsarbeiðarar eru fluttir á sjúkrahús til kanningar.

- Vit harmast henda sorgarleik og senda okkara samkenslukvøður, samhuga og stuðul til familjur teirra, skrivar Jorge Emilio Rey.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder