placeholder
Innanlands

Sett sum skúlastjóri á Fossanesi

Veronika Petersen, sum seinasta árið hevur røkt skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fossanesi, er nú sett í fast starv

Veronika Petersen

Veronika Petersen

2026-05-05 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrismaðurin við mentamálaum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Veroniku Petersen í fast starv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi frá 1. august 2026.

Veronika er 53 ára gomul og býr í Norðdepli. Hon tók læraraútbúgving á Føroya læraraskúla í 2004 .

Veronika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum og á serøkinum bæði í Danmark og í Føroyum. Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða og er í gongd við at taka leiðsluútbúgving. Veronika hevur seinasta árið røkt skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fossanesi, skrivar Skúlablaðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder