Uttanlands

Marius Borg skal vera sitandi í fongsli

Rætturin í Oslo hevur avvíst eina umbøn frá krúnprinsessusoninum um at sleppa at sita varðhaldsfongslingina heima við fótleinkju

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-06 13:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski krúnprinsessusonurin, Marius Borg Høiby, sleppur ikki at sita restina av varðhaldsfongsling sína uttan fyri fongslið.

Tað hevur rætturin í Oslo tikið avgerð um í dag, skrivar NRK.

Sonur Mette-Marit krúnprinsessu bað um at sleppa heim til kongaliga bústaðin Skaugum, har krúnprinsahjúnini búgva, har hann kundi sita við fótleinkju.

- Eg havi sera lítið samband við onnur fólk. Tvær til tríggjar vitjanir um vikuna, ljóðaði grundgeving hansara til rættarfundin í dag.

Men rætturin metir ikki, at tað kann lata seg gera, tí at vandi er fyri, at bannið – tilhaldið -  hann hevur móti at uppsøkja eitt av offrunum, verður brotið.

Norski krúnprinsessusonurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 1. februar, eftir at hann varð handtikin fyri nýggj lógarbrot. Hann er skuldsettur fyri tilsamans 40 ákærur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder