Innanlands

Felagið Føroysk Marknaðarfólk endurstovnað

Eiler Fagraklett er formaður í endurstovnaða felagnum, sum virkaði frá 2013 til 2019

Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali (Mynd: Felagið Føroysk Marknaðarfólk)

Henny á Líknargøtu, Eiler Fagraklett, Levi Hanssen, Lív Sørensen og Ann Krista í Dali (Mynd: Felagið Føroysk Marknaðarfólk)

2026-05-06 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, er nú endurstovnað. Felagið virkaði frá 2013 fram til 2019, tá virksemið steðgaði, men nú er felagið endurstovnað. Talan er um eitt forum, har fólk innan vinnugreinina kunnu savnast, kjakast, vitanardeila, netverka og vinna sær íblástur.

Umleið fýra ferðir um árið fer felagið at skipa fyri tiltøkum fyri limum við føroyskum case stories, serfrøðingum og kjaktorgi. Møguleiki er eisini at skipa fyri felagsferðum til altjóða marknaðarføringsmessur og -ráðstevnur. Við ársskiftið verður somuleiðis skipað fyri ársveitslu og virðislønarhandan.

Fyrsta tiltakið í Vinnuhúsinum
Fyrsta limatiltakið verður mikudagin 27. mai, kl. 14 í Vinnuhúsinum. Fyrsta evnið verður eitt sofaprát um marknaðarføringina av farna løgtings- og fólkatingsvalinum. Hvat riggaði og hvat riggaði ikki við marknaðarføringini og samskiftinum í valstríðnum? Ráðgevar, ið vóru við at stýra valstríðini fyri teir størstu flokkarnar fara at at luttaka og tosa nærri um evnið. Onnur komandi limatiltøk verða kunngjørd seinni.

Øll marknaðarfólk kunnu gerast limir í felagnum. Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, ráðgevar, samskiftisfólk, grafikarar, samskiparar, SoMe-fólk og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.

Nýggj nevnd sett
Á stovnandi aðalfundinum, sum var 4. mai 2026, varð nevnd vald. Tey valdu vóru: Ann Krista í Dali (marknaðarleiðari hjá Gist & Vist), Eiler Fagraklett (marknaðarleiðari hjá Poul Hansen), Henny á Líknargøtu (Travel Director hjá Smyril Line), Levi Hanssen (brand- og marknaðarleiðari hjá Hiddenfjord) og Lív Sørensen (marknaðarráðgevi hjá Betri Trygging). Nevndin hevur skipað seg við Eileri Fagraklett sum formanni og Henny á Líknargøtu sum kassameistara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder