Í ár eru 10 ár liðin, síðani Thetis varð sett á stovn. Í tí sambandi verður hátíðarhald fríggjadagin 8. mai kl. 14–17 í hølunum á Heiðavegi 53 í Saltangará.
Thetis varð stovnað í 2016 við endamálinum at veita álítandi, dygdargóðar og skjótar heilsufrøðiligar kanningar umframt góða og smidliga tænastu.
Fyritøkan er akkrediterað sambært DS/EN ISO/IEC 17025:2017 og arbeiðir við mikrobiellum og kemiskum kanningum umframt eDNA-sekvensering burturav. Kanningar fevna m.a. um vatn, matvørur og reinhald, og kundaskarin umfatar alivinnu, fiskivinnu, framleiðsluvirkir, kommunur o.o.
Undir koronafarsóttini 2020-2022 hevði Thetis ein týðandi leiklut. Í samstarvi við Føroya Landsstýri framdi fyritøkan allar kanningar við landamørkini og meginpartin av innanlandskanningunum. Í 2020 fekk Thetis heiðurin Ársins Íverkseti og í 2021 heiðurin vinnuátakið.
Í 2023 flutti Thetis inn í nýggja, hátøkniliga kanningarstovu á Heiðavegi 53. Í dag starvast sjey fólk í fyritøkuni við breiðari fakligari útbúgving og drúgvum royndum innan kanningarstovuarbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald