2026-05-07 08:33
Løgreglan ávarar bilførarar um at kanna eftir, um hjólini á bilum teirra eru spent fast, sum tey eiga.
Hetta eftir eina hending í gjár, tá ein bilførari í Norðurstreymoy varnaðist, at eitt av hjólunum á bilinum var loysnað. Onkið álvarsligt hendi tó, og bilførarin fekk spent hjólið fast aftur.
Óvist er, um talan er um vantandi eftirspenning ella talan er um herverk.
- Tað kann vera herverk. Eg vil tí heita á bilførarar um at kanna, um hjólini á bilum teirra eru spent føst, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald