Tað eru nógv, ið hava varnast tað, tí longu nú síggjast børn og familjur hugna sær í økinum. Hetta er gleðiligt, tí hóast arbeiðið ikki er liðugt enn, ber væl til at stuttleika sær har.
Soleiðis skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.
Kommunan hevur ruddað steinar, móru, gras og annað, sum hevur lagt seg á gamla sandin gjøgnum árini, og síðan lagt nýggjan, ljósan fjørusand omaná. Í vikuni verður vestari parturin eisini ruddaður og nýggjur sandur lagdur á. Eisini vera tvær heingikoyggjur settar upp á sandinum.
Tað er ógvuliga veðurgott við hylin, og verður økið væntandi ein nýggj perla afturat í Vestmanna, har bæði børn og vaksin kunnu hugna sær, skrivar kommunan.
Síðst í mai verður farið undir at umvæla mittasta neystið, sum skal hýsa gamla Vestmenningi – elsta 10-mannafarinum í bygdini. Seinni í ár er eisini ætlanin at gera eina brúgv har, sum Hórará rennur út á sjógv, so til ber at ganga allan vegin runt um hylin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald