Innanlands

Jóhan Funn settur sum byggifrøðingur í Sjóvar kommunu

At kommunan veksur so skjótt, merkir eisini størri arbeiðstrýst á fyrisitingina, og tí hevur kommunustýrið valt at seta ein byggifrøðing til teknisku deild

Jóhan H. Funn er 38 ára gamal, útbúgvin byggifrøðingur á VIA universiteti í Aarhus, og hevur arbeitt við nógvum verkætlanum bæði í Føroyum og uttanlands.

Jóhan H. Funn er 38 ára gamal, útbúgvin byggifrøðingur á VIA universiteti í Aarhus, og hevur arbeitt við nógvum verkætlanum bæði í Føroyum og uttanlands.

2026-05-07 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sjóvar kommuna veksur við fúkandi ferð. Seinastu átta árini eru vit vorðin 300 fólk fleiri, og í dag búgva 1.318 fólk í kommununi.

Hetta staðfestir kommunan á heimasíðu sínari í sambandi við eina nýggja starvssetan. 

At kommunan veksur so skjótt, merkir jú eisini størri arbeiðstrýst á fyrisitingina, og tí hevur kommunustýrið á Strondum valt at seta ein byggifrøðing til teknisku deild.

Hesin er Jóhan H. Funn.

Um hann skrivar sjovar.fo, at hann er 38 ára gamal, útbúgvin byggifrøðingur á VIA universiteti í Aarhus, og hevur arbeitt við nógvum verkætlanum bæði í Føroyum og uttanlands.

Jóhan Funn byrjar í starvinum 1. august

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder