Innanlands

Svimjihøllin og høllin á Hálsi hava fingið altjóða umhvørvisgóðkenning

– Hetta merkir til dømis, at vit kunnu fáa fleiri altjóða kappingar hendavegin, tí vit kunnu vænta, at tað fara at koma fleiri krøv, sigur Eyðun Húsgarð, leiðari í Svimjihøllini

Pole J. Hansen, Elsa Berg og Eyðun Húsagarð í svimjihøllini (Mynd: torshavn.fo)

Pole J. Hansen, Elsa Berg og Eyðun Húsagarð í svimjihøllini (Mynd: torshavn.fo)

2026-05-07 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svimjihøllin í Gundadali og høllin á Hálsi hava nú fingið altjóða umhvørvisgóðkenning.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Umhvørvisgóðkenningin kemur frá danska Green Sport Facility og vísir, at hallirnar liva upp til høg umhvørviskrøv. Góðkenningin kann sammetast við altjóða Green Key-góðkenningina, sum er kend innan ferðavinnuna, og hon er galdandi fyri eitt ár í senn.

[object Object]
Góðkenningin (Mynd: torshavn.fo)

Eyðun Húsgarð, leiðari í Svimjihøllini, setur soleiðis orð á, hvønn týdning hetta hevur fyri høllina.

– Hetta merkir til dømis, at vit kunnu fáa fleiri altjóða kappingar hendavegin, tí vit kunnu vænta, at tað fara at koma fleiri krøv um grønar loysnir og umhvørvisatlit í sambandi við kappingar. Men tað er eisini góð reklama fyri høllina, at okkara dagligu viðskiftafólk síggja, at vit hugsa um umhvørvið, sigur Eyðun Húsgarð.

Nógvar sparingar

Pole J. Hansen, leiðari í ítróttaranlegg, sum millum annað hevur høllina á Hálsi undir sær, vísir á, at hetta eisini loysir seg væl fyri kommununa.

–  Vit spara eisini eina rúgvu av pengum, tí við hesum seta vit eyga á ting, sum vit vanliga ikki hugsa so nógv um – hvussu nógv vit brúka av olju, ljósi, vatni, fjarhita og orku sum heild, sigur Pole J. Hansen við torshavn.fo.

[object Object]
Pole J. Hansen, Elsa Berg og Eyðun Húsagarð í svimjihøllini (Mynd: torshavn.fo)

Bæði í svimjihøllini og ítróttahøllini á Hálsi eru allar lampur og ljós nú LED-ljós, og følarar eru settir á, so ljósið sløknar av sær sjálvum, tá eingin er í rúminum.

Í svimjihøllini, sum eisini er nógv størsti einstaki brúkari av fjarhita í kommunun,i eru eisini ítøkilig átøk gjørd fyri at spara elnýtslu.

– Fyri ikki so langari tíð síðan gjørdu vit so, at alt renslið í hyljunum fer niður uttanfyri upplatingartíðirnar. Bara í langhylinum skulu vit sirkulera 520 kubikk um tíman, men tað fer niður á 350 kubikk um náttina. Og vit hava jú níggju hyljar tilsamans í høllini. Við at gera hetta spara vit fleiri 100.000 krónur í streymi, sigur Eyðun Húsgarð.

Tó kunnu framvegis fleiri ting gerast fyri at betra á hesum økinum, skrivar Tórshavnar Kommuna eisini til endans í sínairi frágreiðing

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder