Innanlands

Smittaður dani sigldi til Føroya við Norrønu og varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum

Hann er síðani fluttur á sjúkrahús í Danmark. Uttan at vita tað undan fráferð, var hann smittaður við hantavirus, men talan er um eitt milt frábrigdi

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-07 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dani, sum 19. apríl fór umborð á Norrønu í Hirtshals á veg til Føroya, hevur síðan fingið staðfest hantavirus.

Hann bleiv alsamt verri fyri á ferðini til Føroya, og varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum við hækkandi nýratølum.

Tað veit TV2, sum hevði eitt innslag við manninum í kvøldsins tíðindasending.

Maðurin varð innlagdur týsdag, og sendur til universitetssjúkrahúsið í Odense fríggjadag, tá mann í Føroyum ikki fekk gjørt eina sjúkugreining.

Í Odense gerst skjótt greitt, at tað er hantavirus, men eisini, at talan er um ein mildan variant av slagnum. Hann skal vera smittaður á einum sonevndum "shelter" í náttúruni á Suðurfjóni.

Ikki eitt nýtt virus
Hantavirus hevur verið umrøtt nógv seinastu dagarnar, men er ikki nakað nýtt virus. Tað eru fleiri variantar av tí, nakrir meira álvarsligir enn aðrir. 5-10 danir verða á hvørjum ári smittaðir við tí variantinum sum eitur Pumala. Tað hendir fyri tað mesta um fólk koma í samband við gnagdýr á Suðurfjóni, visti TV2 at siga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder