Innanlands

Avdúking av listaverki og tríbekki í kappróðrarneystinum í Norðragøtu

Listaverkið eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, verður avdúkað kl. 14 í dag

2026-05-08 10:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag klokkan 14 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað.

Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan av umboðum frá Skills Føroyar.

Aftaná verður kaffi og søtt at fáa.

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder