Mentan

Hans Andrias í Etasjuni

Er aktuellur við nýggjum staklagi, ið er komið út í dag

2026-05-08 15:02 Author image
Innsent
placeholder

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 9. mai klokkan 22, verður ein forkunnug solokonsert í Etasjuni í Fuglafirði, har útgávuaktuelli, Hans Andrias fer at framføra egin løg.

Etasjan

Etasjan er eitt skeinkistað í Fuglafirði, sum varð heildarumvælt og lat upp í nýggjum hami í mai í fjør. Etasjan er opin hvørt leygar- og sunnukvøld, har skráin bjóðar upp á ymiskt, alt frá quiz til livandi tónleik til kappingar innan sjavs, poker, pool og so eru konsertir á skránni inn ímillum eisini. Støkk-upp tiltøk eru eisini aðrar dagar, tá okkurt serligt er á skránni.

Tónleikararnir sum hava framført við konsertum í Etasjuni higartil eru: Marius Ziska, Jógvan, Guðrið Hansdóttir, Sway og nú verður tað so Hans Andrias, sum framførir leygarkvøldið. Konsertirnar hava verið væl móttiknar og væl eydnaðar.

Hans Andrias

Hans Andrias er í løtuni útgávuaktuellur við spildurnýggja lagnum, ‘Dreymurin’, sum er komin út í dag. Hann gjørdist vinnari av Sement kappingini í 2025, og tá søgdu dómararnir m.a. at “hann hevur internationalt støði, kann spæla allastaðni í heiminum, bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur eina fantastiska rødd”. Hans Andrias hevur givið út heildarútgávuna ‘Vision’ í 2016, og hevur nøkur stakløg á baki afturat. Tónleikurin er inniligur og samstundis eitt sindur americana kendur, við gittarspæli á høgum støðið og til tíðir kryddað við fóttrummu og munnhørpu.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder