Uttanlands

Stjórnarsamráðingarnar slitnaðar - nýtt kongaumfar í Danmark

Lars Løkke rýmir úr stjórnarsamráðingunum og peikar nú á Troels Lund Poulsen sum samráðingarleiðara

Lars Løkke trýr ikki longur upp á, at tað eydnast Mette Frederiksen at finna fram til eina mið-vinstrastjórn. Hann rýmdi tí av samráðingunum á Marienborg í dag (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Lars Løkke trýr ikki longur upp á, at tað eydnast Mette Frederiksen at finna fram til eina mið-vinstrastjórn. Hann rýmdi tí av samráðingunum á Marienborg í dag (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

2026-05-08 15:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Moderati flokkurin í Danmark og formaðurin, Lars Løkke Rasmussen, hava nú tikið seg úr samráðingunum um nýggja stjórn, sum Mette Frederiksen higartil hevur staðið á odda fyri.

Tað loysir seg ikki at halda fram, og í staðin fer moderati flokkurin nú at peika á Vinstra-formannin, Troels Lund Poulsen, til nýggjan kongaligan samráðingarleiðara.

- Tað er okkara fatan, at um vit skulu koma víðari, so skal træið rystast, segði Lars Løkke Rasmussen eftir ein fund við Mette Frederiksen á Marienborg í dag.

Hetta kom ikki óvæntað, tí í gjár løgdu eygleiðarar til merkis, at Troels Lund Poulsen og Lars Løkke Rasmussen fóru á fund á Christiansborg saman við Monu Juul, forkvinnu í konservativa flokkinum.

Eftir fundin vildu tey ikki siga, hvat fundurin snúði seg um. Lars Løkke var eisini fámæltur tá tíðindafólk tosaðu við hann fyrrapartin í dag.

Mette Frederiksen hevur nú í seks vikur roynt at funnið fram til eina mið-vinstra stjórn eftir fólkatingsvalið 24. mars.

Lars Løkke Rasmussen hevur alla tíðina sagt, at hann ynskir eina stjórn uttan flokkarnar ytst á veingjunum. Í mun til tað, ið Mette Frederiksen hevur roynt at fingið upp á pláss, so er tað Eindarlistin, sum ikki hóvar moderata formanninum.

Lars Løkke vísir ikki aftur, at sosialdemokratarnir kunnu fáa statsministaran í nýggju stjórnini, men í fyrstu atløgu mælir hann til at lata initiativið at leiða samráðingarnar yvir til formannin í Venstre.

Borgarligu flokkarnir Danmarksdemokraterne, Liberal Alliance og Dansk Folkeparti, hava longu sagt, at tey fara at peika á Vinstraformannin í komandi kongaumfarinum.

Mette Frederiksen fer nú um ein góðan tíma, klokkan 17.30 danska tíð, at hitta kong fyri at boða honum frá støðuni, sum er íkomin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder