Uttanlands

Troels Lund Poulsen nýggjur samráðingarleiðari

Hann skal royna at skipa stjórn uttan flokkarnar hjá Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen

Troels Lund Poulsen skal nú royna at skipa stjórn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Troels Lund Poulsen skal nú royna at skipa stjórn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-08 21:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir seinna kongsumfarið í kvøld, er formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen útnevndur til samráðingarleiðara, boðar Kongshúsið frá í kvøld sambært donskum miðlum.

Troels Lund Poulsen er biðin um at standa á odda fyri samráðingunum um nýggja stjórn uttan Sosialdemokratarnar og Moderatarnar.

Danmark hevur verið í stjórnarloysi síðan fólkatingsvalið 24. mars, og í dag fór virkandi forsætisráðharrin, Mette Frederiksen til kong at heita á hann um at útnevna nýggjan samráðingarleiðara, eftir at tað ikki eydnaðist henni at skipa stjórn.

Ongantíð áður hevur tað tikið so langa tíð at skipa stjórn í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder