Eftir at hava roynt at samráðast um nýggja stjórn í vikuvís uttan úrslit, mátti virkandi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen í gjár heita á Fríðrik kong um at útnevna ein nýggjan samráðingarleiðara; og Mette Frederiksen ynskir nýggja samráðingarleiðaranum alt tað besta.
Tað skrivar hon í dagføring á sosialar miðlar.
Tað er nú formaðurin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, sum skal royna at skipa stjórn - uttan Sosialdemokratarnar og Moderatarnar.
Les eisini: Troels Lund Poulsen nýggjur samráðingarleiðari
– Eg ynski sjálvandi Troels alt tað besta fyri arbeiði hansara komandi tíðina, skrivar Mette Frederiksen.
Eisini takkar hon teimum flokkunum, sum hava luttikið í stjórnarsamráðingunum higartil, har "nógv gott hevur verið á borðinum".
Mette Frederiksen leggur afturat, at hon framvegis er virkandi forsætisráðharri, og fer hon sjálvsagt at røkja sítt arbeiði.
Í dag eru 46 dagar síðan fólkatingsvalið, og ongantíð áður hevur tað tikið so langa tíð at skipa stjórn. Eisini er tað fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at tað hevur verið tørvur á fleiri kongs- ella drotningaumførum, skrivar Ritzau.
Eftir fólkatingsvalið í 2022 tók tað 42 dagar, áðrenn Mette Frederiksen boðaði frá, at Sosialdemorkatarnir, Vinstra og Moderatarnir fóru at skipa stjórn saman.
Enn er ógreitt nær nýggjar samráðingar byrja við Troels Lund Poulsen á odda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald