Uttanlands

Minst ein smittaður fluttur heim til USA

17 amerikanarar vóru umborð á MV Hondius - minst ein teirra hevur staðfest hantavirus og ein hevur veik smittueyðkenni. Tey vórðu flutt á serútgjørt sjúkrahús í Nebraska

(Mynd: Antonio Sempere/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Antonio Sempere/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-11 09:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt av amerikansku ferðafólkunum, sum vóru umborð á ferðafólkaskipinum MV Hondius, hevur fingið staðfest hantavirus smittuna, og eitt annað hevur veik smittueyðkenni.

Tað upplýsir amerikanski heilsumyndugleikin, HHS, á X. Smittukanningarnar vísa, at talan er um Andes-smittu, sum er eitt frábrigdi av hantavirus, skrivar Ritzau.

Sunnumorgunin kom reikferðaskipið MV Hondius til sponsku oynna Tenerife, har tey fóru undur at flyta ferðafólkini heim. Tá vóru ongi ferðafólk, sum vístu tekin um smittu av hantavirus.

Tilsamans 17 amerikansk ferðafólk vórðu flutt heim í flogfari, harav tvey av teimum vórðu sett í eina serliga smittuverjuskipan umborð av trygdarávum, skrivar HHS.

Tey vórðu flutt til Nebraska har tað er eitt sjúkrahús, sum er serliga útgjørt til at taka sær av smittaðum sjúklingum.

Ferðafólk við veikum smittueyðkennum vórðu flutt aðrastaðni, varð sagt.

Framkomin vórðu øll ferðafólkini kannað av nýggjum.

MV Hondius lá í eina knappa viku uttan fyri høvuðsstaðin í Kapo Verdeoyggjum, Praia, har tað ikki slapp í havn, tí hantavirus var umborð.

Eini hjún úr Niðurlondum og ein týsk kvinna doyðu umborð, eftir at smittan breyt út.

Heilsheilsustovnurin, WHO, upplýsti fríggjadagin, at tað vóru seks smittutilburðir umborð.

[object Object]
MV Hondius í havnini í Granadilla de Abona á Tenerife (Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix)

Síðan varð skipað fyri, at skipið kundi seta kós móti Tenerife.

Vanligastu sjúkueyðkennini fyri hantafirus eru fepur, høvuðpína, pína í lendum, kvalmi og spýggja. Hjá børnum er sjúkan ofta veikari enn hjá vaksnum.

Tað er ongin serlig viðgerð móti hantavirus. Ráðini eru avbyrging og stuðlandi viðgerð.

Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði sunnukvøldið, at hann ræður myndugleikum til at seta smittað fólk í sóttarhald í 42 dagar, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder