2026-05-11 16:54
Tann 15. juni verður dómurin hjá norska krúnprinsessu soninum, Marius Borg Høiby, sagdur.
Tað upplýsir býarætturin í Oslo fyri Danmarks Radio.
Marius Borg Høiby er ákærdur fyri samanlagt 40 lógarbrot, sum millum annað fevna um fýra neyðtøkur umframt harðskap.
Krúnprinsessusonurin hevur noktað seg sekan í teimum flestu og mest álvarsomu ákærunum. Hann kann fáa ein fongsulsdóm upp til sjey ár og sjey mánaðir, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald