Innanlands

Rescue Lív langt útkall á Skeiva Banka

Bjargingarbáturin var á Skeiva Banka eftir einum útróðrarbáti við maskinbreki

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2026-05-11 14:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rescue Lív var í gjár boðsent at hjálpa einum útróðrarbáti, sum var vestanfyri Suðuroynna, á Skeiva Banka.

Hann hevði fingið maskinbrek og hevði brúk fyri sleipi.

Boðini komu um middagsleitið sunnudagin.

- Líkindini vóru góð, og ferðin var góð, og tað tók bara hálvan triðja tíma at sigla út til bátin. Báturin var síðani sleipur inn á Vág, og átta tímar, eftir at sleipið byrjaði, vóru teir í Vági við bátinum, verður sagt av Rescue Lív.

Rescue Lív var aftur á Havnini klokkan trý í nátt, 14 tímar eftir at loyst var í Álakeri. Hetta er longsta útkall hjá hesum Rescue Lív.

Tann fyrri Rescue Lív var einaferð á Føroya Banka efitr einum útróðrarbáti og tann túrurin tók 22 tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder