Innanlands

Ungir kokkar í útnorði fara aftur at kappast

Fyrsta innleiðandi kappingin "Arctic Young Chef" verður í Klaksvík á sjómannadegnum 22. august

Andras. S. Jacobsen við grýtuna á Tekniska skúla, her saman við Hallu N. Poulsen og Jákup Sørensen frá Nora, sum tók stig til hesa kappingina í 2024 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Andras. S. Jacobsen við grýtuna á Tekniska skúla, her saman við Hallu N. Poulsen og Jákup Sørensen frá Nora, sum tók stig til hesa kappingina í 2024 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-12 08:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlendska kokkakappingin fyri ungar kokkar, “Arctic Young Chef”, stytt AYC, verður hildin 22. august í ár. Kappingin verður hildin í Klaksvík í sambandi við sjómannadagin.

AYC var hildin á fyrsta sinni í 2024. Eitt innleiðandi umfar verður hildið í londunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norra. Vinnarin í hvørjum landi heldur fram til eitt finalu- umfar, at kappast ímótir vinnarunum úr hinum londunum.

Treytirnar fyri at luttaka eru, at tú stendur í læru sum kokkur ella hevur staðið sveinaroyndina fyri kokkar, men í mesta lagi ert 24 ár. Í mesta lagi átta luttakarar sleppa at kappast í innleiðandi umfarinum í hvørjum landi.

Í kokkakappingini sjálvari verður dentur lagdur á:

  • rávørur, ið eru ov lítið gagnnýttar
  • at samantvinna siðvenju og nýhugsan
  • haldføri og matspill
  • at menna rættir, ið kunna borðreiðast í t.d. skúlum og almennum køkum

Kappingin í Føroyum verður tann fyrsta innleiðandi kappingin í hesum umfari. Síðan verða kappingar í Íslandi í september, í Noregi í oktober og í Grønlandi einaferð næsta ár, dagurin er ikki ásettur enn. Sjálvfinalan verður hildin í Íslandi.

Í Føroyum er tað Andras S. Jacobsen, leiðari á matvørudeidini á Tekniska skúla í Klaksvík, sum stendur fyri kappingini.

Tilmelding og nærri kunning fæst á www.ayc.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder