Danska fregnartænastan PET er blandað inn í vitjanina hjá einum 86 ára gomlum amerikanara, sum er komin til Grønland til tess at fáa grønlendingar at taka undir við at heimsins størsta oyggj gerst amerikansk.
Málið byrjaði við eini dagføring á Facebook hjá einum borgara í Nuuk, sum hevði fingið 200.000 dollarar í boði frá einum ensktmæltum manni, um viðkomandi vildi skriva undir eitt skjal um, at Grønland eigur at gerast partur av USA.
Tilboðið vísti seg at koma frá amerikanaranum Clifford Stanley, sum er komin til Nuuk at savna inn undirskriftir og kanna áhugan fyri at USA tekur yvir Grønland.
PET, Politiets Efterretningstjeneste, kendi longu til amerikansku vitjanina, áðrenn gamli maðurin kom, skrivar KNR.
Grønlendska kringvarpið hevur tosað við stjóran fyri prentsmiðjuni Arctic Print, sum í februar fekk eina áheitan um at standa fyri at standa fyri prentingini av eini heimagjørdari fólkaatkvøðu.
Sambært KNR vísti prentsmiðjustjórin áheitanini aftur.
- Eg skrivaði til hansara, at eg helt, at hann var í holt við landsskaðiligt virksemi, og at vit vildu boða myndugleikunum frá hesum, sigur Klaus Karlshøj Poulsen, prentsmiðjustjóri við KNR.
Síðan boðaði hann fregnartænastuni PET frá hesum og fekk at vita, at tænastan tók hetta málið í størsta álvara.
Clifford Stanley hevur í samrøðu við Sermitsiaq sagt, at hann sjálvir metir, at hann er komin til Grønlands fyri at hjálpa.
- Eg royni at geva grønlendska fólkinum ein møguleika. Tað er upp til fólk sjálvi. Tað er ikki mít val. Tað er teirra val, sigur 86 ára gamli Clifford Stanley við Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald