Danska løgrelan fær av at vita í einari fagreiðing, sum donsku ríkisgrannskoðararnir hava gjørt.
Grannskoðararnir finnast hvassliga at arbeiðsháttinum hjá donsku løgreluni. Teir vísa á, at viðhvørt verða mál slept uttan at nakrar kanningar eru gjørdar og tey, sum eru rakt av lógarbrotum fáa bert at vita, at málið er kannað uttan at nakað er at koma eftir har.
Ríkisgrannskoðararnir siga, at tá ið løgrglan ikki tekur mál um neyðtøku, stalking, valdsmisgerðir og handil við fólki í álvara, so rakar tað rættartrygdina og rættarkensluna hjá bæði tí, sum er raktur av hesum, men eisini hjá almenninginum sum heild.
Hetta kann eisini hava við sær, atr tey, sum fremja hesi misbrot fáa frið at gera fleiri líknadi misbrot.
- Kanningin vísir skelkandi úrslit og tí koma vit við okkara skarpastu atfinningum, skriva donsku ríkisgrannskoðararnir um donsku løgregluna, sum føroyska løgreglan er partur av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald