Innanlands

Tá skúlin verður til ein bý

Í Hósvíkar skúla ganga næmingar í 1.–3. flokki, og eitt av teimum árligu tiltøkunum, sum børnini gleða seg serliga nógv til, er evnisvikan, har skúlin verður gjørdur um til ein bý

Ígjøgnum vikuna arbeiða næmingarnir við at leggja til rættis, samstarva og taka ábyrgd. Tey skulu finna uppá, byggja, gera klárt og taka ímóti gestum (Mynd: skulabladid.fo)

Ígjøgnum vikuna arbeiða næmingarnir við at leggja til rættis, samstarva og taka ábyrgd. Tey skulu finna uppá, byggja, gera klárt og taka ímóti gestum (Mynd: skulabladid.fo)

2026-05-12 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Hósvíkar skúla ganga næmingar í 1.–3. flokki, og eitt av teimum árligu tiltøkunum, sum børnini gleða seg serliga nógv til, er evnisvikan, har skúlin verður gjørdur um til ein bý.

Skúlablaðið skrivði soleiðis um tiltakið í síðstu viku:

Hetta er ein vika, har hugflogið sleppur at ráða. Børnini eru sjálv við til at ávirka, hvat skal vera í býnum, og tey ganga høgt upp í at skapa spennandi handlar og tilboð. Banki, tivoli, vakurleikastova, biografur og kafé eru ofta millum tey væl umtóktu støðini, men tað er bara hugflogið, sum setur mørk.

Ígjøgnum vikuna arbeiða næmingarnir við at leggja til rættis, samstarva og taka ábyrgd. Tey skulu finna uppá, byggja, gera klárt og taka ímóti gestum.

Vikan endar við, at elstu børnini úr barnagarðinum verða boðin í skúlan at spæla og vitja býin.

[object Object]

[object Object]

- Í Hósvíkar skúla síggja vit spæl sum ein týðandi part av læring og menning hjá børnum í grunddeildini. Gjøgnum spæl fáa børnini møguleika at menna hugflog, kreativitet, mál og sosialar førleikar. Tey læra at samstarva, samskifta og loysa avbjóðingar saman.

Evnisvikan er tí ikki bara ein stuttlig vika – hon er eisini ein týdningarmikil partur av læringini, har børnini fáa sjálvsálit, dirvi og møguleika at royna nýggjar leiklutir í tryggum og skapandi karmum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder