Innanlands

Alment tiltak: Sjálvræði í felagsskapi

Javnaðarflokkurin á fólkatingi setir ‘uttanríkispolitiska rásarúmi’ á skrá við frágreiðing og kjaki í Kongshøll í morgin 

Tiltakið verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn (Savnsmynd)

2026-05-12 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, 13. mai, skipar Javnaðarflokkurin á fólkatingi fyri almennum tiltaki um framtíðar støðu Føroya í altjóða samfelagnum í felagsskapi við Danmark

Fyri hálvum øðrum ári síðani boðaði eina søguliga breiður politiskur meiriluti frá, at ein semja var um hvussu framtíðar støða Føroya á altjóða pallinum skal síggja út. 

Men hví er neyðugt við størri uttanríkispolitiskum rásarúmi? Hvussu fáa vit heimildirnar uppá pláss? Hvørji lond og hvørjar skipanir eru viðkomandi at samanbera okkum við? Hvørjar eru politisku avbjóðingarnar? 

Hesir spurningar og aðrir vera til umrøðu á tiltakinum “Sjálvræði í felagsskapi – ein sjálvstøðug tjóð í dagførdum samstarvi”, sum verður í Kongshøll í Havn mikudagin 13. mai klokkan 13 til 15. Tiltakið er alment og ókeypis.

Á skránni verða framløgur og panelprát um frágreiðing um evnið, sum Javnaðarflokkinum á Fólkatingi hevur framleitt. 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leggur frágreiðingina fram og greiðir frá politiska útspælinum. Síðani verður eitt panelprát millum Helenu Dam á Neystabø, Bjarna Djurholm og Rógva Olavson. Sólvit Nolsø verður orðstýrari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder