Innanlands

Hugnaløta fyri sjómansfamiljur í Nesvík Krists himmalsferðardag

Hendan verður millum klokkan 14 og 17 hósdagin 14. mai, og høvi verður millum annað at grilla mat á grillini hjá Leguhúsinum

Møguleiki verður fyri at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátum

Møguleiki verður fyri at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátum

2026-05-12 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Krists himmalsferðardag, 14. mai verður hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.

Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum skipar fyri, og verður tiltakið millum klokkan 14 og 17. Hetta er ætlað sjómansfamiljum.

Trúboðin skriva rá heimasíðu sínari, at høvi verður at grilla mat á grillini hjá Leguhúsinum, sum familjurnar hava við. Sjómansmissiónin bjóðar the og kaffi.

Møguleiki verður eisini fyri at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátum. 

Endað verður við bøn og ”Gakk tú tryggur fram við góðum treysti.”


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder