Fútin er komin í andglettin á ymsan hátt í seinastuni, og málið um djóravælferð í sambandi við grindadrápi í Hvannasundi á sumri hevur havt við sær, at grindaformenn í Norðoyggjum sýta fyri at drepa grind sum nú er.
Sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í grindadrápinum, og stúra teir nú fyri avleiðingum; eisini er tað fyri at mótmæla støðuni.
Málið er nú farið víðari: Tað er latið statsadvokatinum.
Hetta stafestir Michael Boolsen fyri Kringvarpinum í dag. Meira vil fútin ikki siga um málið í køtuni.
Uppskotið um grind og djóravælferð er nú komið aftur í tingið: Nýggja landsstýrið hevur borið tað niðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald