Nógv ungfólk vóru í býnum í Havn í nátt í sambandi við, at 9. flokkarnir høvdu teirra seinasta skúladag.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at løgreglan var fyrireika upp á hetta og var til staðar í býnum í sofall, at okkurt skuldi hent.
Kvøldið byrjaði við fleiri veitslum kring um í býnum, og so savnaðust ungfólkini í Sandagerði út á náttina.
- Har vóru bæði foreldur og samarittar til staðar, so har var gott skil á, staðfestir vaktleiðarin.
Um 4 tíðina var friður aftur og tey flestu farin heim.
Einasta hending var, at løgreglan um midnáttarleitið fekk eini boð um ‘musik til ulempe’, sum tað eitur á løgreglummáli. Talan var um eina av hesum næmingaveitslunum. Løgreglufólk fóru á staðið og fingu tey at skrúva niður fyri tónleikinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald