Mentan

Hanne Marit Mordal syngur nýggj verk eftir Kára Jacobsen og Urd Johannesen

‘Hvørjum angar rúmdin av?’ er nýklassiskur tónleikur fyri klaver og sopran

2026-05-13 13:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

'Hvørjum angar rúmdin av?' er heiti á nýggjari útgávu við fimm nýggjum verkum, sum tónaskaldið Kári Jacobsen hevur skrivað til yrkingar hjá Urd Johannesen. Útgávan verður útgivin á felagnum Tutl í dag, 13. mei.

Talan er um nýklassiskan tónleik fyri klaver og sopran, sum virðislønta føroysk-norska sopranin Hanne Marit Mordal Iversen syngur, meðan Kári Jacobsen spælir á klaver. Útgávan er eitt framhald av útgávuni ‘Rangvørg’, sum í 2023 varð tilnevnd tvær FMA-virðislønir og vann eina virðisløn fyri Ársins Kompositión.

Sopranin Hanne Marit Mordal Iversen hevur vunnið ørgrynnu av altjóða virðislønum seinastu árini, bæði í Europa og Asia. Hon megnar føroyska málið hóast hon hevur búð í Noregi meginpartin av lívinum.

Tekstirnir á nýggju útgávuni fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir, ið føra okkum út í óendaligu rúmdina. Tónleikaliga eru nøkur av løgunum meira siðbundin, meðan onnur hava eitt meiri eksperimenterandi, modernað og óbundið snið og úttrykk.

Sangirnir á útgávuni eru:

  1. Onkustaðni millum hjartað og rødd
  2. Hví er rødd tín tagnað
  3. Hvørjum angar rúmdin av?
  4. Úr luftini
  5. Sólsetur á eygnabrá

Tekstirnir eru at finna á heimasíðuni hjá útgávufelagnum Tutl

Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum, og Bárður Dahl Christiansen hevur teknað húsan/permuna.

Nýggi tónleikurin verður frumframførdur á konsertum 4. og 6. august í Havn og aðrastaðni. Nærri verður lýst seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder