Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur tilnevnt Kevin Warsh til nýggjan formann í amerikanska miðbankanum (Federal Reserve), og Senatið hevur góðkent tilnevnigina, skriva fleiri tíðindastovur.
Sostatt kann Warsh nú yvirtaka sessin hjá Jerome Powell, sum fer frá fríggjadagin. Powell hevur verið í formaður í amerikanska miðbankanum síðan 2018, og hevur hann sitið í nevndini síðan 2012.
Trump hevur fleiri ferðir funnist at Powell fyri ikki at vilja lækka rentuna, og hevur tað ikki verið nøkur loyna, at Trump hevur ynskt ein nýggjan formann.
Senatið hevur góðkent Kevin Warsh sum nýggjan formann, eftir at kanningar hjá løgmálaráðnum vóru lidnar í einum máli um kostnaðin í sambandi við umvæling av høvuðssætinum hjá amerikanska miðbankanum í Washington D.C.
Powell hevur víst aftur, at hann skal hava gjørt nakað galið í málinum, og tríggir fyrrverandi miðbankaforfólk - Ben Bernanke, Alan Greenspan, og Janet Yellen - hava eisini funnist at umsitingini hjá Trump fyri kanningina av Powell.
Fleiri Senatorar forðaðu eisini fyri góðkenningini av Warsh, inntil málið um Powell var avgreitt.
Kevin Warsh verður settur í eitt fýra ára skeið, og hann hevur lovað eitt "valdskifti" í miðbankanum. Eisini hevur komandi formaðurin funnist at bankanum fyri at vera ov politiskur og ov opin í sínum samskifti um mannagongdir sínar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald