Innanlands

Fýra bilførarar tiknir í gjárkvøldið

Tveir koyrdu ov skjótt, ein tosaði í fartelefon, og ein koyrdi ávirkaður av rúsdrekka

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-15 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá løgreglan kannaði ferðsluna í gjárkvøldið, vórðu fýra bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot.

Um klokkan 19 í gjár varð ein bilførari á Skipanesi tikin fyri at koyra munandi skjótari, enn hann hevði loyvi til. Hann koyrdi í minsta lagi 122 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman. Tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Stutt fyri klokkan 22 fekk ein bilførari í Kollafirði klipp fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi, og ein tíma seinni fekk ein annar bilførari klipp fyri at koyra millum 101 og 110 kilometrar um tíman. Hetta var við Kollafjarðatunnilin.

Fjórði bilførarin varð tikin beint áðrenn midnátt. Hann varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder