Mentan

Fyri fyrstu ferð síðan 1997

Fyri fyrstu ferð í 29 ár verður sungið á donskum í einari Eurovision-finalu – Søren Torpegaard Lund tryggjaði sær í gjár eitt finalupláss við sanginum "Før vi går hjem", og tað er sannlíkt, at Danmark fær eitt gott úrslit, heldur serfrøðingur

Í gjárkvøldið megnaði Søren Torpegaard Lund at syngja seg víðari í Eurovision-finaluna, sum verður leygarkvøldið (Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix)

Í gjárkvøldið megnaði Søren Torpegaard Lund at syngja seg víðari í Eurovision-finaluna, sum verður leygarkvøldið (Mynd: Jessica Gow/TT/Ritzau Scanpix)

2026-05-15 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við sanginum "Før vi går hjem" tryggjaði danski Søren Torpegaard Lund sær í gjárkvøldið eitt pláss í finaluni í Eurovision sangkappingini, sum verður leygarkvøldið, og hetta verður fyrstu ferð í 29 ár, at sungið verður á donskum í einari Eurovision-finalu, skrivar Ritzau.

27 ára gamli Søren Torpegaard Lund verður eisini mettur at hava góðan møguleika at vinna alla kappingina. Men Finnland og Grikkaland eru eisini stórir favorittar.

Les eisini: Danmark góðan møguleika í Eurovision

Tá avdúkast skuldi, hvørji lond høvdu tryggjað sær eitt finalupláss í gjárkvøldið, varð Danmark tað næstseinasta av teimum tíggju londunum, sum blivu kunngjørd, og tað er ikki av tilvild, heldur danskur Eurovision-serfrøðingurin, Simon Falk.

Hann vísir á, at Ukraina í fjør varð kunngjørt sum seinasti finalu-luttakarin í fyrru hálvfinaluni, men tá stigini vórðu almanankunngjørd, vísti tað seg, at Ukraina hevði vunnið sína hálvfinalu. Tí er sannlíkt, at Danmark eisini fekk stóra undirtøku í gjár.

– Eg haldi í øllum førum, at Danmark hevur staðið seg øgiliga, øgiliga væl í hálvfinaluni, og at tað er tí, tey bíðaðu so leingi, sigur hann við DR.

Simon Falk leggur afturat, at kappingin er hørð, men er hann sannførdur um, at Danmark fær eitt av ovastu plássunum í finaluni.

Danmark hevur vunnið Eurovision tríggjar ferðir - í 1963 (Grethe & Jørgen Ingmann - Dansevise), 2000 (Brødrene Olsen - Fly on the Wings of Love), og í 2013 (Emmelie de Forest - Only Teardrops).


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder