Uttanlands

Russland og Ukraina býtt um krígsfangar í dag

205 ukrainskir fangar, og 205 russiskir fangar vórðu í dag leyslatnir sum partur av einum størri fangabýti

Leyslatnir krígsfangar (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

Leyslatnir krígsfangar (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-15 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hava Russland og Ukraina enn einaferð býtt um krígsfangar.

205 russar og 205 ukrainar vórðu leyslatnir sum partur av avtaluni um tríggjar dagar langa vápnahvíld farna vikuskifti. Báðir partar hava tó boðað frá brotum á vápnahvíldina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj skrivar á boðtænastuni Telegram, at tey flestu av ukrainsku herfólkunum, sum eru leyslatin, hava verið í varðhaldi hjá russum síðan 2022.

Hetta er fyrsta stig í leyslatingini av 1000 russiskum fangum og 1000 ukrainskum fangum, sigur hann sambært Ritzau.

Leyslating av krígsfangum er eitt av fáum økjum, har russar og ukrainar hava samstarvað undir krígnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder