Uttanlands

Trump: Kina fer at keypa Boeing-flogfør og olju úr USA

Amerikanski forsetin vitjar í Kina har hann m.a. hevur hitt kinesiska forsetan

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Evan Vucci/AFP/Ritzau Scanpix)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Evan Vucci/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-15 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sum í hesum døgum er á vitjan í Kina, sigur seg hava tryggjað fleiri avtalur við kinesarar um keyp av amerikonskum vørum.

Í gjár hitti Trump kinesiska forsetan, Xi Jinping, og tá varð lovað, at Kina fer at keypa 200 amerikonsk Boeing-flogfør.

– 200 av teimum stóru. Tað eru sera nógv flogfør. Boeing hevði væntað at selt 150, men tey fingu eina bílegging á 200, sigur Trump í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina Fox News.

Umframt flogfør, fer Kina eisini at keypa amerikanska olju, sigur Trump, sum leggur afturat, at Kina hevur fingið nógva olju úr Hormuzsundinum, sum í roynd og veru hevur verið stongt, síðan kríggið í Iran byrjaði 28. februar. Síðan hevur Iran boðað frá, at tollur verður kravdur av skipum, sum skulu ferðast gjøgnum sundið.

Xi er ikki fegin um hetta, og hevur Kina tí játtað at keypa olju úr USA, sigur Trump. Kinesisk skip verða send til Texas, Louisiana, og Alaska.

Fleiri vinnulívsfólk eru við Trump á ferðini, m.a. Tesla-stovnarin Elon Musk, stjórin í Nvidia Jensen Huang, og Apple-stjórin Tim Cook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder