Í morgin, leygardagin 16. mai, verður orku- og umhvørvisdagurin aftur í Fuglafirði. Hetta er ein dagur har fokus verður á grønu kósina í ein dag.
Tvey fokusøki eru sett á skinnarar í ár: Ruddingarátak og upplating av nýggja umhvørvisplássinum á Kambsdali.
Vónandi møta nógv fólk upp til ruddingarátakið, so vit saman kunnu fáa bygdirnar at skína til summarið, skrivar Fuglafjarðar kommuna.
Dagurin byrjar við ókeypis morgunmati í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum klokkan 9.
Síðan verður farið at rudda. Ruddingin verður skipað í býlingar og sett í gongd av røsku skótunum í Fuglafirði. Ítróttafeløgini í Fuglafirði luttaka til ruddingina. Kavarar rudda botnin í bátahylinum
Á middegi verður Ókeypis suppa, saft, kaffi og te í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum.
Klokkan 14 verður so ein hátíðarløta á Kambsdali í sambandi við at umhvørvisplássið har letur upp.
Eivin S. Breiðaskarð, formaður í orku- og umhvørvisnevndini og Thomas Lambastein halda røður, og skótarnir bjóða kaffi, te og sunkist.
Umhvørvisplássið letur aftur klokkan 18
Orku- og umhvørvisnevndin hjá Fuglafjarðar kommunu hevur tikið stig til hendan dagin, sum er afturvendandi á hvørjum ári, og verður fíggjaður av Fuglafjarðar kommunu.
Meira her: Í felag seta vit eina nýggja kós
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald