Innanlands

Tórshavnar kommuna vil hava fleiri bústaðir í Kollafirði

Kommunan bjóðar nú út eitt grundøki til íbúða- og/ella raðhúsabygging

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-05-15 17:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna bjóðar nú út grundøki til íbúða- og/ella raðhúsabygging í Kollafirði.

Talan er um eitt øki, sum er umleið 5.772 fermetrar til støddar og er ætlað til bústaðarbygging við tilhoyrandi fríøkjum og uttanumøki.

– Endamálið er at stuðla undir eina fjølbroytta og livandi bygd við góðum og nútímans bústaðarloysnum, skrivar kommunan.

– Við hesum útboðnum verður enn eitt stig tikið fyri at skapa fleiri bústaðir í Kollafirði og geva bæði ungum, familjum og eldri møguleika at seta búgv í bygdini.

Endamálið við útbjóðingini er, sambært Tórshavnar kommunu, at menna eina dygdargóða og vælskipaða bústaðarverkætlan, sum tekur atlit til landslagið, útsýnið og verandi nærumhvørvið í Kollafirði.  Dentur verður lagdur á góðan arkitektur, burðardyggar loysnir og fjølbroyttar bústaðir.

Freistin at lata inn tilboð er 17. juli klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder