2026-05-15 15:50
Í dag vóru grindaboð í Nólsoyarfirði. Tað var ein bátur, sum hevði sæð eina okkurt miðskeiðis millum Havnina og Nólsoy, sum tey hildu vera eina grind.
Men tey mistu grindina burtur aftur.
Nú eru grindaformenn farnir út at leita eftir grindini, og Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, hevur enn ikki frætt um teir hava funnið nakað.
Eisini verður kikað úr landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald