Innanlands

Finna onga grind

Vónirnar um at finna grindina, ið varð sædd í Nólsoyarfirði fyrr í dag tykjast vera mistar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-15 16:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gongur strilti at finna grindina aftur, ið varð sædd úr einum báti í Nólsoyarfirði fyrr í dag.

Grindaformenn fóru út at leita eftir grindini, men hon er ikki funnin aftur, upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

Onkur leitar enn, men vónirnar um at finna grindina aftur, tykjast at vera mistar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder