Hetta vikuskiftið er bátastevna í Vestmanna, og hóast nógv fólk hava verið úti í hesum sambandi, hevur tað sum heild verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tó vóru tríggir persónar, sum ikki dugdu sær hógv. Ein bleiv burturvístur av staðnum, og tveir vórðu tiknir við á løgreglustøðina at sova rúsin av sær. Teir fáa eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tann eini persónurin verður eisini skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni, tí hann blakaði mat eftir einum løgreglufólki.
Annars hevur seinasta samdøgrið verið heilt friðarligt, sigur vaktleiðarin, og hava fyriskiparar av bátastevnuni, samarittarnir, og gestirnir rós uppiborið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald