Seinastu dagarnar hevur amerikanski forsetin, Donald Trump vitjað í Kina, og í komandi viku skal eisini russiski forsetin, Vladimir Putin á almenna vitjan í Kina.
Putin vitjar í Kina týsdagin 19. og mikudagin 20. mai, og skal hann m.a. hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, upplýsir Kreml.
Teir báðir skulu umrøða viðurskiftini millum Russland og Kina, eins og altjóða viðurskifti verða umrødd.
Í februar 2022 skrivaðu Russland og Kina undir samstarvsavtalu "uttan mørk". Hetta var stutt undan russisku innrásini í Ukraina.
Kreml upplýsir, sambært Ritzau, at ein felags fráboðan á hægsta stigi verður undirskrivað í komandi viku, umframt fleiri onnur skjøl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald