Í kvøld verður finalan í altjóða Eurovision-sangkappingini, sum í ár hevur verið uttan luttøku frá Niðurlondum, Slovenia, Spania, Írlandi og Íslandi. Men vónin er, at hesi londini koma aftur.
Tað sigur, stjórin fyri altjóða sangkappingina, Martin Green.
Les eisini: Fyri fyrstu ferð síðan 1997
– Viðvíkjandi okkara fimm familjulimum, hava vit gjørt teimum heilt greitt, at vit síggja fram til, at teir koma aftur.
– Bólturin liggur sjálvandi hjá teimum, tí tað er teirra avgerð, leggur hann afturat sambært Ritzau.
Niðurlond, Slovenia, Spania, Írland og Ísland hava boykottað Eurovision í ár fyri at mótmæla luttøkuna hjá Ísrael. Tað er orsakað av krígnum í Gaza.
Samrøður við hesi fimm londini halda fram, sigur Martin Green uttan at greiða nærri frá.
Seinastu árini hava verið mótmæli móti luttøkuni hjá Ísrael í Eurovision, men ísraelska sjónvarpsrásin KAN líkur treytirnar fyri luttøku í Eurovision, sigur European Broadcasting Union (EBU), sum er fyriskipari av sangkappingini.
Lagt verður afturat, at Eurovision er ein kapping millum public service-veitarar og ikki millum stjórnir.
Í ár er 70. ferð, at skipað verður fyri Eurovision. Ársins sangkapping verður hildin í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.
Les eisini: Øll norðurlond í Eurovision-finaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald