Mentan

Dynamit-løta á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Løg sum "Grøv nr. 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", og "Til allar kvinnur" verða at hoyra á Tvøroyri 29. mai

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-16 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Ofta verður sagt, at okkurt tónleikatiltak verður eitt satt brak, men á Mentanarnáttini á Tvøroyri, fríggjadagin hin 29. mai, er hetta ein sannroynd, tí eingin mætari mr Dynamit himself, Niclas Heri Jákupsson verður at hoyra og síggja, saman við superbólki sínum, á stóra pallinum í miðbýnum.

Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.

– ØLL kenna løgini hjá Dynamit og teirra legendarisku framsførslur. Tey, ið eru eitt sindur upp í árunum, minnast mangar góðar løtur í gamla TB-húsinum, har Niclas Heri og Dynamit framførdu, men í ár sleppa vit so aftur at hoyra alt tað góða frá Niclas Hera og bólkinum.

Dynamit er kendur fyri løg sum m.a. "Grøv nr. 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Til allar kvinnur" og "Á, lat meg vera".

Bólkurin er samansettur av:

  • Niclas Heri Jákupsson - Sang
  • Magni Husgaard - Tangentar
  • Jóhan Ziskason - Guitar
  • John Johansen - Bass
  • Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder