Um 16 tíðina var sum skilst ein samanstoytur millum tveir bátar á Bátastevnuni í Vestmanna.
Fleiri fólk í tí eina bátinum fingu smávegis snuddir, men frá myndugleikunum fæst lítið at vita um óhappið.
Løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um málið, men veit at siga, at sjúkrabilur var sendur á staðið, og at tyrlan eisini flutti eitt fólk á Landssjúkrahúsið. At tað var tyrlan, sum bleiv brúkt til sjúkraflutning, var eftir øllum at døma, tí ein bjargingaroynd var á skránni.
Hvussu álvarsligur skaði er, er ikki greitt í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald