Innanlands

Fimm bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan hevur kannað ferðsluna í sambandi við bátastevnu í Vestmanna, og verður hon til staðar aftur í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-17 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið til staðar á bátastevnuni í Vestmanna og kannað ferðsluna í hesum sambandi. Úrslitið av teimum kanningunum var, at fimm bilførarar vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring.

Fýra bilførarar vórðu tiknir fyrrapartin í gjár, og fimti bilførarin varð tikin í morgun.

Í øllum førum var talan um bilførarar, sum høvdu sovið rúsin av sær og hildu, at promillan var undir tí loyvda, men so var kortini ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vaktleiðarin heitir tí á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey koyra, tí promillan kann vera hægri enn væntað.

Løgreglan er til staðar í Vestmanna í dag, og møguleiki verður fyri at blása í alkometrið fyri at kanna, um mann er førur fyri at koyra heim ella ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder