Innanlands

Kannar samanstoytin á bátastevnuni

Hetta hendi seinnapartin í gjár, og løgreglan manglar enn at gera fleiri avhoyringar í málinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-17 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar málið um ein samanstoyt millum tveir bátar á bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin í gjár.

Hetta hendi millum klokkan 15 og 15.30. Sambært Kringvarpinum var, sum skilst, talan um ein bát, sum rendi inn í síðuna á Brimli.

Tá Portalurin tosaði við løgregluna í gjárkvøldið, visti løgreglan lítið at siga um hendingina, og í morgun kundi vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn framvegis ikki siga, júst hvat er hent, tí løgreglan manglar enn at avhoyra fleiri fólk.

Sí eisini: Bátar rendu saman á Bátastevnuni

Men tað er greitt, at onkur fekk skaða í hendingini, tí sjúkrabilur varð sendur á staðið sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder