Sunnudagin lendi serliga amerikanska sendifólkið, Jeff Landry í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, har hann skal vitja næstu dagarnar, og nú er greitt, at hann eisini skal hitta grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen.
Tað váttar Jens-Frederik Nielsen fyri TV2.
Hvat dagsskráin er fyri fundin, ella nær hann verður, er tó ikki váttað.
Amerikanski sendimaðurin í Danmark, Ken Howevery lendir eisini í Grønlandi í dag. Hann og Landry skulu m.a. luttaka á einari vinnustevnu í Nuuk, og lata upp nýtt amerikanskt konsulát í grønlendska høvuðsstaðnum, skrivar Ritzau.
Um hetta er fyrsta vitjanin hjá Landry í Grønlandi er ógreitt. Í mars varð hann boðin til hundasletukapping í Grønlandi av einari ferðavinnufyritøku, men hetta fall ikki í góða jørð hjá fyriskiparunum, og varð innbjóðingin tikin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald