Í dag klokkan 11 lata dyrnar upp fyri nýggjari kafé, í gomlu Krambúðini hjá Thomsen á Tvøroyri.
Søguligu hølini vóru upprunaliga karmur um úthandilin hjá danska einahandlinum, síðan handilin og seinni Krambúðin hjá T. F. Thomsen og seinastu árini vóru hølini kend sum ”Pubbin”.
Tað er Ansgar Sørensen, ið hevur tikið stig til at reka kaféina.
![]()
Tvøroyrar kommuna hevur í hesum sambandi tikið avgerð um at staðseta Kunningarstovuna í Kafé Kgl Handilinum - sum kaféin fer at eita - sum eina royndarverkætlan. Kommunan eigur hølini, eftir at býráðið 8. mars 2021 samtykti at keypa ognirnar eftir A/S T. F. Thomsen. Talan er um søguligar og friðaðar bygningar, sum eru ein týðandi partur av samleikanum hjá Tvøroyri, og sum kommunan ynskir at varðveita og nýta til alment gagnligt endamál, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Kommunan hevur keypt útgerð og neyðugt innbúgv til kunningarpartin, soleiðis at hølini kunnu virka bæði sum kafé og sum eitt livandi kunningarstað fyri ferðafólk, vitjandi og borgarar. Ætlanin er, at Kunningarstovan í Kafé Kgl. Handilinum skal røkja tær vanligu kunningartænasturnar, men eisini vera við til at miðla tiltøk, upplivingar og annað virksemi í kommununi.
Ansgar sigur, at eftir at hava arbeitt í ferðavinnuni síðan 2019, so helt hann at her var stórur tørvur á einari kafé, ið eisini lagaði seg til siglingina hjá Smyrli. Ofta koma fólk til býin áðrenn opið vanliga er á kaféunum og tey fara avstað 1-2 tímar eftir at afturlatið er. Tí er eitt holrúm, ið hann vónar at nýggja kaféin kann fylla út.
– Nú royna vit hetta fram til januar 2027, so eftirmeta vit um tørvurin veruliga var til staðar, ella onkur tillaging skal til, sigur Ansgar.
![]()
Tað verður Anna Hammer, sum kemur at starvast á kaféini og standa fyri dagligu leiðsluni av henni.
Anna er útbúgvin innan International Hospitality Management og er hon eisini útbúgvin Service- og Upplivilsisøkonom.
– Eg havi ávísar royndir á økinum og tá Ansgar setti seg í samband við meg, so ivaðist eg ikki leingi, tí hetta sá so spennandi út. Eg haldi her er stórt potentiali lokalt og vit fara at leggja okkum eftir, at brúka lokalar veitarar, í so stóran mun sum gjørligt, sigur Anna.
– Eitt nú verður tað Breyðkassin, ið kemur at veita okkum smyrjibreyð, legði Anna afturat, og Ansgar viðmerkti, at ”tað verður højtbelagt smyrjibreyð, ikki tað, ið vanliga er til keyps”.
![]()
Kaféin hevur fingið fulla løggilding og eisini skeinkiloyvi. Afturat áður nevnda smyrjibreyði og bakstri frá Breyðkassanum, fer at bera til at fáa sær ein kaffimunn, vín og øl. Er veðrið til vildar, verða borð eisini sett upp uttanfyri.
Í kaféini verða m.a. ullavørur, frá Sirri, til keyps, eins og ymisk ferðaminni(souvenirs) við tilknýti til Føroyar, verða á hillunum.
Í dag verður, sum áður nevnt, latið upp klokkan 11, og latið verður aftur klokkan 18. Soleiðis verður opið frá mánadegi til fríggjadag komandi tíðina, men tað fer skjótt at verða opið leygar- og sunnudagar eisini, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald