Uttanlands

Amnesty: Yvir 2.700 fólk avrættað í 2025

Hetta er hægsta talið, sum mannarættindafelagsskapurin hevur skrásett í 44 ár

Tað er serliga Iran, sum er orsøkin til økta talið á avrættingum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Tað er serliga Iran, sum er orsøkin til økta talið á avrættingum (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-18 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 2.707 fólk vórðu avrættað í 2025, staðfestir Amnesty International í árligu frágreiðing síni um deyðarevsing.

Hetta er hægsta talið á avrættingum, sum mannarættindafelagsskapurin hevur skrásett síðan 1981. Í 2024 var talið 1.518.

Avrættingar vórðu framdar í 17 londum.

Tað er serliga Iran, sum er orsøkin til hækkingina. Sambært Amnesty er talið á avrættingum í Iran tvífaldað í 2025 í mun til 2024. Í fjør avrættaðu iranar í minsta lagi 2.159 fólk.

Talið er eisini farið upp í Saudiarabia, Kuveit, Egyptalandi, Singapor og USA.

Amnesty leggur afturat, at uppgerðin fyri 2025 ikki fevnir um tær túsundatals avrættingarnar, sum felagsskapurin heldur verða framdar í m.a. Kina orsakað av vantandi upplýsingum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder