Tingfundur verður í dag, og á skránni eru fýra triðju viðgerðir og átta aðru viðgerðir.
Millum málini, sum skulu viðgerast í dag er uppskot um broyting í lógina um MínBoks, sum gevur Føroya rætti heimild at senda og kunnggera talgilt umvegis Mínboks.
Á skránni er eisini broyting í djóravælferðarlógini, sum nágreinar, at veiða og fiskiveiða ikki er fevnt av lógini, og broyting í lógini um fuglaveiðu, sum gevur heimild at skjóta grágás og brandgás.
Umframt hetta er eisini framløga á skránni.
Tingfundurin byrjar klokkan 13. Skráin fyri tingfundin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald