Uttanlands

Ísrael handtekur mótmælisfólk í bátum

Eitt bátafylgi við 54 bátum er á veg úr Turkalandi við kós móti Gaza

Ísralsk herfók gera seg til at fara umborð á mótmælisskip (Mynd: Global Sumud Flotilla)

Ísralsk herfók gera seg til at fara umborð á mótmælisskip (Mynd: Global Sumud Flotilla)

2026-05-18 14:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ísraelski herurin, IDF, hevur handtikið 100 mótmælisfólk eftir at vera farin umborð á eitt bátafylgi við kós móti Gaza. Tað skrivar miðilin Al Jazeera.

Í bátaafylginum eru 54 før, sum fóru úr turkiska býnum Mamaris hósdagin. Tað er javnan, at skipafylgir við mótmælisfólkum royna at bróta ísraelska stongsulin av Gaza.

IDF fór umborð á bátarnar út fyri Kypros og handtók motmælisfólkini eftir at hava ávarað tey um at broyta kós og sigla heimaftur, skrivar miðilin The Times of Israel.

Handtiknu mótmælisfólkini verða nú flutt til ísraelska havnabýin, Ashdod, men sambært Al Jazeera hava bátarnir ongar ætlanir um at støðga teirra ferð móti Gaza, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder