Uttanlands

Fimm fólk deyð í skottilburði við mosku í San Diego

Helst er talan um hatursbrotsverk, tá tveir alvápnaðir tannáringar skutu frá hond á eini muslimskari miðstøð í Kalifornia

Óttafull foreldur uttan fyri skúlan í tilknýti moskuna í San Diego (Mynd: Mike Blake/Reuters/Ritzau Scanpix)

Óttafull foreldur uttan fyri skúlan í tilknýti moskuna í San Diego (Mynd: Mike Blake/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-05-19 07:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ógvusligur tilburður var í býnum San Diego í Kalifornia í gjár. tá tveir unglingar, 17 og 18 ár skutu trý fólk uttan fyri islamsku moskuna í býnum. Báðir gerningsmenninir vóru funnir deyðir í einum bili eftir hendingina, sum hendi beint fyri middag lokala tíð.

- Tað sær út til, at teir eru deyðir fyri egnari hond, segði politiovastin, Scott Wahl, á tíðindafundi eftir hendingina.

Tvey av teimum dripnu arbeiddu í moskuni, Islamic Center of San Diego, meðan tann triði var ein trygdarvørður, sambært NBC News.

Løgreglan upplýsir, at málið verður kannað, sum hatursbrotsverk.

Longu áðrenn skottilburðurin fór fram, var løgreglan úti og leitaði eftir ungu monnunum.

[object Object]
Loftmynd av moskuni beint eftir hendingina (Mynd: Abc Affiliate Kgtv/Reuters/Ritzau Scanpix)

Tí tveir tímar undan hendingini var løgreglan ringd upp av mammuni hjá øðrum av dreingjunum. Hon greiddi frá, at sonurin var rýmdur við bili hennara og hevði tikið trý av hennara skotvápnum við sær.

Hon segði eisini, at sonurin varð sjálvmorðshóttur og helst var saman við einum vinmanni.

Moskan í San diego er tann størsta í økinum. Í bygninginum er eisini ein skúli fyri smærri børn.

Løgreglan upplýsti, at ongin av næmingunum ella lærarunum á skúlanum vóru í vanda, og at tey skjótt vórðu flutt burtur úr økinum.

Umframt tey fimm, sum lótu lív, fingu fleiri fólk skaða og máttu til viðgerðar á sjúkrahúsi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder