Eitt ferðsluóhapp var í gjár oman fyri Norðskála, tá tveir bilar rendu saman skamt frá tunnilsmunnan.
Bilarnir koyrdu sama veg – vóru júst komnir úr tunnlinum, tá tann aftari valdi at yvirhála tann fremra.
Men tann fremri valdi at snara til vinstru inn á vegastubban har, sum Sev hevur borað í sambandi við Eiði II verkætlanini.
Tað endaði við at bilarnir stoyttu saman. Í báðum bilunum útloystust stoytkoddarnir, og teir fingu rættiliga nógvan skaða. Tíbetur hendi onki við fólkunum í bilunum – tvey í hvørjum.
Talan var um útlendingar. Í fremra bilinum útlendingar, sum vóru í Føroyum sum ferðafólk.
Báðir bilførarnir eru skuldsettir fyri brot á ferðslulógina. Tann aftari fyri ikki at hava tikið atlit til umstøðurnar í sambandi við yvirháling, tann fremri fyri ikki at hava ansað nóg væl eftir áðrenn hann snaraði til vinstru.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at bótin til fremra bilføraran verður skundavgreidd áðrenn tey skulu av landinum aftur, meðan skuldsetingin móti tí aftara gongur sína vanligu gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald